FFS sangir.

Kvæði

Burtur á heiði

1. Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur,
har vaksa broðber og har veksur lyngur,
har er korki og javni.
Har er tað menninir torvið skera
og konufólkini burtur bera.
Hevur tú verið har, navni.

2. Har veit eg eitt so lítið reiður;
fýra ungar fuglurin eigur,
teir eru naknir og smáir
djúpt í reiðrið teir bora seg niður,
tá ið teir vaksa, pápi mín sigur,
gerast teir brúnir og gráir.

3. Burtur á heiði neytini ganga.
Har er ein tarvur, ið vanur er at stanga,
hann er reyður og hvítur.
Øll ræðast hann, uttan pápi og Pætur,
ið mangan hevur havt á honum fatur,
og eigur hundin, ið bítur.

4. Og ein lítlan putt, sum eg eigi,
hann skal eg hava burtur á heiði,
líka sum menninir plaga;
so torir tarvurin einki at gera.
Vilt tú við mær í ferðini vera,
navni mín, burtur í haga?

Orð: Hans A. Djurhuus
Lag: Hans A. Djurhuus

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Heystkanon
Heystið, tað er júst nú komið so hví droymi eg barasta um várið Eg síggi grønkast fjøll og dal viðhvørt eitt vátasletti…
Sangløtur
Tjaldrið
Tjaldrið flýgur ta longu leið. Koma og setast á sand og teig. Trúliga koma tey ár um ár, tekin um ljósari tíð, brátt vár.…
Sangløtur
Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn
1) Drongurin kom inn í køkin ein dagin, Hugdi upp á mammuna og segði so smæðin: Góða mamma, allir mínir vinir flen…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband