FFS sangir.

Sangløtur

Tjaldrið

Tjaldrið flýgur ta longu leið.
Koma og setast á sand og teig.
Trúliga koma tey ár um ár,
tekin um ljósari tíð, brátt vár.

Merkið tað veittrar nú fyri teim,
skrúðgongur, røður, gleði og gleim.
Fagna, at fuglurin er á ferð
lendi á brimbardu klettunum her.

Grækarismessa, tjaldursins tíð,
tjóðfuglin hoyra, klipp so blíð,
gera sær reiður vítt umkring,
flúgva um oyggjarnar nú í ring.

Niðri í fjøru har pikka tey,
svørt, hvít, tó nevið og beinini reyð,
finna sær føði, flúgva avstað,
ikki tey stúra, men láta glað.

Eggini gulbrún tvey ella trý,
ungarnir koma um krossmessutíð,
fagna øll fuglin, heimligt ljóð,
saman um tjaldrið enn stendur tjóð.

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Kongaríkið í Bábylon

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Veturin kom við kulda og kava
1. Veturin kom við kulda og kava ringt er hjá seyðinum, hart er at skava, kalt er í berligum bóli. Lágt stendur sólin og t…
Morgunsangir
Tað er trygt hjá tær
Tað er trygt hjá tær, meg at biðja lær og at syngja tær ein sang. Hvar mín fótur fer, ert tú altíð her, mín Harri, mín G…
Sangløtur
Gentur og dreingir
Gentur: Dreingir, teir eru droyir. Dreingir gera fortreð Teir eru nakrar boyur, og teir bara arga, og teir kitla meg.…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband