FFS sangir.

Morgunsangir

Breið tínar náðiveingir

1. Breið Tínar náðiveingir,
o, Jesus, yvir meg;
lat hvíld hjá Tær meg finna,
mín allan lívsins veg!
Veit Tú mær ráð og megi
og lat meg dag og nátt
av Tíni náði liva
til síðsta andadrátt!

2. Útstrika mínar syndir,
lat blóð Títt tváa meg!
Gev mær eitt heilagt sinni,
sum altíð aktar Teg!
Í vernd og verju Tína
tak okkum, stór og smá;
lat oss í friði hvíla,
nú náttin kemur á!

Orð: Lina Sandell
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn
1) Drongurin kom inn í køkin ein dagin, Hugdi upp á mammuna og segði so smæðin: Góða mamma, allir mínir vinir flen…
Kvæði
Sigmundskvæði yngra (stytt)
Í Føroyum búðu høvdingar tveir, Tróndur og Sigmundur itu teir. Noregs menn! dansið væl í stillum; stilli tykkum allar, r…
Kvæði
Burtur á heiði
1. Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur, har vaksa broðber og har veksur lyngur, har er korki og javni. Har er tað mennini…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband