FFS sangir.

Morgunsangir

Nú skínur sólin bjarta

1. Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð,
hon lívgar blómurnar á foldum vaksa;
nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð,
og fuglar úr reiðrunum nú flagsa.

2. Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong,
til dagsins yrki fer hann nú so lættur,
og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong,
hann vitjar til ungar sínar aftur.

3. Mítt eyga hevur notið ein tryggan góðan blund,
í Harrans hond so søtt eg havi sovið.
Guðs undurverk eg skoði í hesi morgunstund;
við songi eg Guði mínum lovi.

4. Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Guð,
mær givið evni til títt verk at skoða;
fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út,
- nú sólin í fjøll og líð man roða.

Orð: Símun av Skarði 1907
Lag: Sl. 250

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Upp alt, ið Harrin hevur gjørt
1. Upp alt, ið Harrin hevur gjørt, hans dýrd og tign at prísa, hans minsta skaparverk er stórt og kann hans megi vísa.…
Sangløtur
Kanst tú gita, hvør eg eri
Kanst tú gita, hvør eg eri, um tú gitir Pól hjá Peri, ja, so er tað ikki eg, tí eg eiti Jóan P. Úti fái eg so mangan d…
Morgunsangir
Harri, rætt mær hendur tínar
1. Harri, rætt mær hendur tínar, signa allar leiðir mínar dag og døpru vøkunátt. Tá ið kinn av armóð bliknar, og eg kenni…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband