FFS sangir.

Morgunsangir

Harri, rætt mær hendur tínar

1. Harri, rætt mær hendur tínar,
signa allar leiðir mínar
dag og døpru vøkunátt.
Tá ið kinn av armóð bliknar,
og eg kenni, grundin viknar,
Harri, ger mær hjartað gott.

2. Kom til mín á hvíldartíma,
tá um leiðir fer at skýma.
Statt mær hjá um miðjan dag.
Og tá allir vinir svíkja,
og tá allar vónir víkja,
gev mær tolið sinnalag.

3. Lat meg tínar borgir hóma,
har sum túsund kertur ljóma,
tá ið verðin fellir meg.
Og úr hesum myrkurs díki
leið meg heim í ljósins ríki,
heim at finna sjálvan teg.

Orð: J. Dahl 1923.
Lag: sum Sl. 220.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Lova mær við
Eg vil út í ta stóru verð, har eg alt kann vera. Eg vil inn í dreymaland, har eg alt kann droyma. Lova mær við til Santan…
Jólasangir
Tú lítli staður Betlehem
1. Tú lítli staður Betlehem, so stillur liggur tú. Hátt yvir dreymaleysa svøvn tín stjørnufjøld sæst nú. Um stræti tíni lýs…
Morgunsangir
Gakk tú tryggur
1. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar ey…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband