FFS sangir.

Morgunsangir

Gróður og fleyr

Gróður og fleyr av útsuðri,
sól gyllir landið so fríð.
Vón fyri avburðarskurði
tykist at vera í tí.
Grøsini grøn, blomstrini vøn,
landið í summarskrú klæða

Úr teimum lindum, sum dugna
lívsmátti teirra og fragd,
finna sær sóljurnar hugna,
í hini váttligu lægd.
Gilið er gult,
yðjandi fult
av sóljum og sóljubørnum.

Smæra og rølikur kýtast
við annan vøkstur úr mold,
ikki man smáblómum nýtast
smæða seg burtur á fold.
Vøkur hvør sær,
angandi tær
lendið við litum uppskrýða.

Ymiskar litfagrar blómur
vaksa kring um allan heim,
víst kendist heimurin tómur,
um hann bar saknin av teim!
Við síni brá
hvørt lítið strá
lovprísar Skapara sínum.

Menniskjan er sum ein blóma
vøkur á sumri at sjá,
skapt til Guds dýrd og tann sóma,
summarið ævigt at fá;
treyt er, at hon
trýr á Guds Son,
sum henni sæluna veitir.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Føgur er foldin
1. Føgur er foldin, dýrdarríkur himin, sæl er sálanna jorsalferð, um allan heimin, um allar ævir tað syngjandi at himni…
Morgunsangir
Hvørja ferð eg síggi stjørnurnar
Nið: :,: Hvørja ferð eg síggi stjørnurnar, hugsi eg um hann, sum skapti tær. Hann hevur so nógv at hugsa um, men Hann glo…
Morgunsangir
Fyri allar gávur
Mong tey klaga um veður og vind Onnur klaga um klæði og mat. Men eg vil ikki vera ein av teim, Milliónir ei hava mat og he…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband