FFS sangir.

Jólasangir

Føgur er foldin

1. Føgur er foldin,
dýrdarríkur himin,
sæl er sálanna jorsalferð,
um allan heimin,
um allar ævir
tað syngjandi at himni ber.

2. Øldirnar fara,
øldir munnu koma,
ætt eftir ætt søkkur undir mold.
Onga tíð tagnar
ljóðið av himni,
sum gleðir sálir her á fold.

3. Einglar tað kvóðu
jólanátt for hirðum,
mann eftir mann hoyrdist sama lag:
Friður á foldum,
menniskja, frø teg,
tær føddur frelsari er í dag.

Orð: Ingemann 1850.
Lag: Sl. 78.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Ansa, eyga lítla
1. :,: Ansa, eyga lítla, hvat tú sært! :,: Tí vár Faðir uppi har niður her til jarðar sær – ansa, eyga lítla, hvat tú s…
Morgunsangir
Ver vælkomið, Harrans ár
Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold, varð ljósið úr erva birt upp á fold. Væl…
Sangløtur
Dú dú dú - dú dú
Sig mær nú, hvat manst tú um lívið meina. Eg og tú eru her, tí okkurt hægri er, í størri ætlan sett í hesa verð, ganga h…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband