FFS sangir.

Jólasangir

Nissumamma og nissupápi

1. Nissumamma og nissupápi,
nissugenta og drongur,
nissubøkur, nissuborð,
nissufólkakongur.

Tjúkka nissa, klæna nissa,
stutta nissa, langa nissa,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.

2. Reyða húgvu, hosur gráar,
allar nissur eiga,
renna so um jólatræið
og hvønn annan leiða.

Troyggjan reyð og skjúrtið grátt,
á – sum nissan, hon er flott,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.

3. Rísingreyt og ræstan fisk,
bomm og stóran pakka
nissubørn, tey ynskja sær,
og tey bara snakka.

Tjúkka nissa, klæna nissa,
stutta nissa, langa nissa,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Breið verndarveingir tínar
1. Breið verndarveingir tínar, á Jesus, yvir meg, og lat meg hjá tær hvíla, í øllum skoða teg! Verð tú mítt alt í øllum,…
Morgunsangir
Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum at Gud er her hjá børnum Sínum. Hann tendrar ljós og gevur styrki, í skúla og til dagsins yr…
Morgunsangir
Um tú vilt gleði vinna
1. Um tú vilt gleði vinna, søk ei til hægsta sal! Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast væl, har kærleiki man ráða…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband