FFS sangir.

Morgunsangir

Um tú vilt gleði vinna

1. Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.

2. Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. Guð gevi,
vit teljast millum tey.

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Sl. 347.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Flóvin Bænadiktsson
1. Árla var um morgunin, sól tók fagurt at skína, Marita snúðist av hallini út við fylgismoyggjar sínar. -Lat meg sova…
Morgunsangir
Minst til at biðja Faðirvár
1. Minst til at biðja Faðirvár, minst til at signa teg; tá sendir Harrin eingil sín at hjálpa tær á veg. 2. Og Harrans…
Morgunsangir
Klokkan slær, tíðin fer
Klokkan slær, tíðin fer, ævin endaleys fyri er; latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund, so finna…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband