FFS sangir.

Jólasangir

Gleðilig jól

1. “Gleðilig jól! Gleðilig jól!”
ljóðar av himli einglalag.
“Armi syndari, óttast ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
:,: “Jesus er føddur í dag.” :,:”

2. Faðir vár! Faðir vár!
tó tú høgt á himli býrt,
ikki gloymdi tú barnið títt
elskaði syndiga hjarta mítt;
:,: veri um ævi tær dýrd. :,:

3. Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:

Orð: Fríðrikur Petersen
Lag: Franz Xavier Gruber

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Minnist tú
1. Minnist tú, tá vit í fyrsta klassa fóru? Vit stóðu har í garðinum millum øll tey stóru. Vit runnu glað og róptu, og onku…
Kvæði
Veturin kom við kulda og kava
1. Veturin kom við kulda og kava ringt er hjá seyðinum, hart er at skava, kalt er í berligum bóli. Lágt stendur sólin og t…
Jólasangir
Lítli Messias
Ein stjørna á himli Og fleiri og fleiri. Í nátt føðir himin Við foldarpín…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband