FFS sangir.

Jólasangir

Lítli Messias

Ein stjørna á himli
Og fleiri og fleiri.
Í nátt føðir himin
Við foldarpínu.
Í nátt lovar himinin okkum at bjarga.
Maria á asna
Við lítla Messias.


Hon ber undir belti,
Nú følir hon verkir.
Eitt hjarta so treystligt,
Sum spurvsins í skalvi.
Ein krubba var vøgga
Hjá frelsara várum.
Maria á asna
við Lítla Messias.


Og Hann, ið bar heimin,
Bar hon, ið var kvinna.
Sum asnin bar hana,
tá tíðin var komin.
Frið! Ljóðar tað rópið
Í okkum má gjella.
Maria á asna
við Lítla Messias.


Ein staður í fjósi
Við seyði og neytum.
Hon føðir og reivar
Hin lítla í spjarrar.
Og hirðanna gleði
Var stór, sum Mariu.
Ljós birtist í myrkri.
Nú føddist Messias.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Tað sótu seyðamenn á vakt
1. Tað sótu seyðamenn á vakt og goymdu sínar smalur, alt fylgið hevði stilt seg lagt, ei lamb í líðum spælir, sjálvt varn…
Morgunsangir
Rita navn títt mær í hjarta
Rita navn títt mær í hjarta, Jesus, kongur mín og Guð, at ei sól, ei myrkur svarta megna teg at máa út! Hetta innsigl' á…
Jólasangir
Pakkaberin Gemalius
Nú er stundin komin nær, Vit øll setast niður samlað her Í frið og náðum, hvør ein hugnar sær, Siga lítla søgu væl til ber…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband