FFS sangir.

Morgunsangir

O, Jesus, bróðir besti

1. O, Jesus, bróðir besti
og barnavinur mesti,
tú breiði signing tína
á barnalívstíð mína.

2. Mær gott barn gev at vera
og góðan ávøkst bera;
halt frá mær alt hitt illa,
so meg tað ei kann spilla.

3. Lat starv mítt altíð vera
tær lov og tøkk at bera,
tín kærleik altíð goyma,
lívsorðið aldri gloyma.

4. Tín umsjón lívd mær gevi
í lívsins øllum strevi;
tín kærleikshond meg leiði
og lívsins vegir greiði.

5. Og styrk meg, barn títt veika,
í ódnum, um meg leika;
títt lívsins ljósið bjarta
tá ljómi mær í hjarta.

6. Við blíðum barnaorðum
mín bøn fram veri borin:
gev, gott barn títt eg verði
og góðan ávøkst beri.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Tín miskunn, o Guð
1. Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há, tín trúfesti røkkur til skýggja, tín dýrd er um allan heimin at sjá, tín kærlei…
Sangløtur
Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt
Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt, hann føðir, varðar teir, men elskar hann enn fuglarnar, meg elskar hann tó meir.…
Jólasangir
Frelsarin føddur
Frelsarin føddur, boðar eingla ljóð, bjarging er vunnin nú til heimsins tjóð. Hastið hirðar, berið kvøðu, barninum av hi…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband