FFS sangir.

Morgunsangir

Karin (Kavin var júst bránaður)

1. Kavin var júst bráðnaður, og sólin hugdi fram,
tann dagin, lítla Karin ein ring á vegnum fann,
ein ring við eini perlu, hon glað til húsa rann,
og mamma segði: Karin góða, hvør man eiga hann?

2. Karin spurdi genturnar og konur har umkring,
men eingin kundi kennast við henda vakra ring
við tí dýru perlu, sum hon á vári fann,
so mamman helt, at Karin nú kundi eiga hann.

3. Stolt og ovurfegin við ringi Karin gekk
á tumlinum, og onkuntíð í hálsbandi hann hekk,
mamman segði: Karin góða, goym nú ringin væl,
tí tá tú verður størri, á ringfingur hann skal.

4. Tá Karin fylti seytjan, tá kom eitt fólk á gátt,
ein lítil gomul kona, og hárið tað var grátt,
hon segði: Góða genta, tú onga gávu fær,
í tíggju ár tú hevur borið gullringin hjá mær.

5. Eg einki vildi siga, tá tú ein dagin stóð
í gongini og spurdi meg so fitt og eygagóð
tú vísti mær á ringin, í tínum lógva lá,
men eis’ni dýrar perlur eg í tínum eygum sá.

6. Tú kanst leita víða eftir gulli, um tú vilt,
- savna alskyns prýði, stás og annað gylt,
tó ikki alt, sum glitrar, er eydnan her í verð,
men lívið er ein dýrgripur, vit sjálvi evna her.

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Heystkanon
Heystið, tað er júst nú komið so hví droymi eg barasta um várið Eg síggi grønkast fjøll og dal viðhvørt eitt vátasletti…
Sangløtur
Vestan fyri Mykines
Vestan fyri Mykines, har flýgur ein vøkur súla, sveimar yvir hav og fles, meðan børnini eru í skúla. Tá ið hon sær…
Kvæði
Grindavísan
Årle det var om sommeren, månen skinner så bleg, tågen svinder for solen hen, om nylig af havet steg. Raske drenge gri…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband