FFS sangir.

Morgunsangir

Gud, tú sum ljósið lætst skína so bjart

1. Guð, tú sum ljósið lætst skína so bjart,
sjálvur ert ljóskeldan reina;
aldri seg nærkar tær myrkrið so svart,
sólin har vald hevur eina.

2. Skýggini dimmu nú hvørva so brátt,
dagurin bjarti nú rísur;
stjørnur, sum glógvaðu myrklongu nátt,
blikna, nú sólbirtan lýsir.

3. Frísk vit frá náttarrógv glað eru nú
tøkk tær við songi at veita;
náttina starblindu burt beindi tú,
dagsljósið aftur man leita.

4. Halt allar freistingar okkum ífrá
og alt, sum tungliga bagir!
Við tínum kærleika ver okkum hjá,
halgi og algóði faðir!

5. Vreiðini steðga, tí hon veldur neyð!
Gleði og frið gev í sinni!
Fátæka manni gev dagliga breyð!
Leið tú oss úti og inni.

6. Styrk tú og styðja oss, fast vit tá stá,
stríða og sigra í stríðum!
Frelsari vár, tú skalt æruna fá
nú og í ævigum tíðum.

Orð: C.J. Brandt 1874. Símun av Skarði
Lag: Sl. 110.

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
12. mars
12. mars á grækarismessu kemur okkar’ tjaldur. Ja, vit kenna tjaldrið væl, tí nýtist einki spjaldur. Svart og hvítt við…
Sangløtur
Lova mær við
Eg vil út í ta stóru verð, har eg alt kann vera. Eg vil inn í dreymaland, har eg alt kann droyma. Lova mær við til Santan…
Kvæði
Øskudólgur og sópingarkona
1. Øskudólgur og sópingarkona hildu sær at gaman: hvussu skulu vit liva, tá ið vit koma saman? Niðurlag: Veturin líður,…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband