FFS sangir.

Jólasangir

Gávan

Eg vaknaði í morgun og stardi upp í loft,
sá, at kavin lagstur var á fjøllum.
Eg skundaði mær upp, í speglinum eg sá
ein, ið hevði nóg mikið av øllum.

Tá útvarpið mær segði, alt er jú ikki gott,
kring heimin sita fólk í neyð og líða.
Hvat kann eg eina gera fyri teirra børn,
eg kann jú ikki standa her og bíða.

Ein gáva er ein tanki, ið kann senda gleðiboð,
ein gáva kann sum einki annað hjálpa tær á flog.
Har miskunnsemi manglar, nýt tú gávurnar hjá tær,
tí áðrenn nakar varnast, er tað tú, sum tørvin fær.

Eg pakkaði ein tekniblokk og blýantarnar sjey,
tvær bamsur og so eina lítla dukku.
Tað søta er helst søtari hjá børnunum í neyð,
-so átta karamell í eina krukku.

Eg skrivaði: “Mín vinur, eg kenni ikki teg,
men ein tanka vil eg tær tó senda,
at tær má gangast væl hvønn dag, tað biði eg,
og at henda neyðin fær ein enda.

Ein gáva er ein tanki …..

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Heystkanon
Heystið, tað er júst nú komið so hví droymi eg barasta um várið Eg síggi grønkast fjøll og dal viðhvørt eitt vátasletti…
Jólasangir
Lítla fitta nissa mín
1. Lítla fitta nissa mín, tú skalt fáa greyt í trygil tín, jólagreyt við mandlu í. Ja, so oysa vit uppí. 2. Mandlan me…
Morgunsangir
Tað kundi verið eg
Tað kundi verið eg 1.Handan høga fjallið búgva børn, ið líkjast mær Á myndini ein skúli, og eg kundi gingið har Ein gent…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband