FFS sangir.

Jólasangir

Eitt barn er føtt í Betlehem

1. Eitt barn er føtt í Betlehem,
Tí gleðir seg Jerusalem.
Halleluja, halleluja!

2. Ein fátæk kona mamma er,
hon lítið barn í fangi ber.
Halleluja, halleluja!

3. Í sveipi har tann Drottur lá,
Guðs eyga honum hvíldi á.
Halleluja, halleluja!

4. Tó høllin ei var stór og von,
hon goymdi himins kongason.
Halleluja, halleluja!

5. Av hjarta syngja vit nú glað.
Guðs dýrd vit síggja jóladag.
Halleluja, halleluja!

6. Við songinum vit byggja brú
frá jørðini at himnabú.
Halleluja, halleluja!

7. Vár Jesus! Nú og alla tíð
tær veri lov for jól so blíð.
Halleluja, halleluja!

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Lokki litaval
1. “Um málarin er gamal, so má listin vera nýggj,” so mælti Lokki Litaval og leyp upp á eitt skýggj. Tí Lokki helt, at loft…
Morgunsangir
Ver vælkomið, Harrans ár
Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold, varð ljósið úr erva birt upp á fold. Væl…
Sangløtur
Vár við lýggjum vindi
1. Vár við lýggjum vindi leingi vart tú burtur, tú! Vár við lýggjum vindi, ver vælkomið nú! 2. Kavafonnin grætur sára…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband