Tíðindi.

Konsert mikumorgun.

21.03.2024

Mikumorgunin vóru grund- og miðdeildin boðin til konsert í miðhøllin.

Tað vóru musikkskúlanæmingar frá Norðljómi, ið er tónlistaskúlin hjá Eiðis og Sunda kommunu, ið høvdu konsert henda morgun. Harumframt framførdu nakrir næmingar úr Fuglafjarðar musikkskúla - ein sangur var framførdur í felag við næmingum úr báðum musikkskúlunum.

Næmingar frá Norðljómi spældu nógvar kendar sangir, og serliga stuttligt var at hoyra lagið Mamma Mia, nú sangleikabreyt okkara hesar dagar framførir sangleikin av sama navni í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Vit takka fyri eina sera góða konsert. 

 

 

 


Deil tíðindi á
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband