 |
MENU
|
|
|
|
|
|
|
 |
 |
Skúlin
|
|
|
|
|
|
|
 |
 |
Kunning
|
|
|
|
|
|
|
 |
 |
Ráð og nevndir
|
|
|
|
|
|
|
 |
|
 |
Um skúlan
|
 |
Í skúlaárinum 2010/2011 fer skúlin at hava 287 næmingar. Skúlin hevur 15 vanligar skúlastovur, 7 serstovur, 1 fimleikarhøll og 1 svimjuhyl. Við skúlan starvast 34 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar, 1 skrivstovuhjálp, 1 skúlatænari og reingerðarfólk.
Fótbóltsvøllurin liggur tætt við skúlan og verður eisini brúktur av skúlanum.
Teir yngru flokkarnir ganga í skúlanum, sum bygdur var í 1936, meðan framhaldsdeildin heldur til í nýggjara bygninginum frá 1966.
Til framhaldsdeildina koma næmingar eisini úr Gøtu og Leirvík.
Eftir vanliga skúlatíð verður skúlin nógv brúktur av musikkskúlanum, kvøldskúlanum, sangkórum, svimjufelagnum, flogbólti o.ø. |

|
| Við høvuðsinngongdina hanga 2 stórir málningar.Tann eina hevur Hans Hansen málað, og myndar hann: Í bønum í hoyna. Hin hevur Ingolvur av Reyni málað, og er av motorbátum við bryggju. |
| Endaveggurin suðureftir er prýddur við málningi, sum varð útvaldur í eini kapping millum skúlabørnini í evnisdøgunum á vári 1997. Vinnarin gjørdist Mia úr 1. flokki. |
|

|
|
Barnið á veg í skúla saman við dunnuunganum við tasku á baki, meðan summarfuglurin, sólin og rúmdarmaðurin fylgja við. Annars er skúlin prýddur bæði innan og uttan við næmingaarbeiðum. Onkur av hesum arbeiðum eru avmyndað og kunnu síggjast ymsastaðni á heimasíðuni hjá skúlanum. |
|
|
|