www.ffs.fo
Føroya
  MENU
»Heim
»Orðatak í dag
»Merkisdagar
»Postskipanin
»Slóðir


  Skúlin
»Lesiætlan
»Skúladagurin
»Skúlasøgan
»Skúlavegleiðarin
»Starvsfólk
»Um skúlan


  Kunning
»Bókasavnið
»Fimleikarhøllin
»Foreldradagur
»Foreldrafundir
»Frídagar
»Innskriving 1. flokk
»Royndir
»Starvsvenjing
»Svimjihylurin


  Ráð og nevndir
»Foreldraumboðini
»Næmingaráðið
»Skúlastýrið


 Logga á
   
    
   Skráset
   Gloymt loyniorðið?

Skúlasøgan

Sum alla aðrastaðni í landinum blivu børnini lærd at arbeiða og lesa heima. Í fólkateljingini í 1801 stendur um Sunnevu Olesdatter, at "hun underviser ungdommen." Sunneva hevur helst búð í Tøvuni. Í kommunulógini frá 1872 stendur, at skúlaskipanin skal setast á stovn, og sama ár kom fastur lærari til bygdina, Hans David Hansen. Hann hevði skúla úti í Beiti við Garð - fyrst við trimum næmingum - til 1882, tá flutti hann í tann nýggja skúlan á Bugnum, sum hevði skúlastovu í sunnara enda og læraraíbúð í heimara enda.
Ein lærari (Karl Kristiansen) bleiv settur afturat í 1910, og tá bleiv skúli eisini hildin í Høgnahúsum til 1936. Tá ið tann triði lærarin (Eliesar Reynberg) varð settur í 1923, bleiv læraraíbúðin á Bugnum gjørd til skúlastovu.

Í 1936 varð skúli bygdur á Skarðsáryggi, og í 1966 varð hann vaksin við skúlastovum, serhølum, fimleikarhøll og svimjihøll. Í 1958 varð preliminerskúli settur á stovn, og hann var skipaður til realskúla í 1964. Síðsta realpróvtøkan var í 1981. Síðani 1972 hevur fullfíggjað framhaldsdeild verið í Fuglafjarðar skúla við 8., 9. og 10. flokkum, har næmingar úr Gøtu og Leirvík eisini ganga.





Fyrstu 60 árini vóru hesir lærarar í skúlanum í Fuglafirði.


Lærari í Fuglafirði 1872-1898
Hans David Hansen (1843-1898). 
Føddur í Kollafirði, tók læraraprógv í 1872
Hann var lærari í Leirvík, Fuglafirði og á Hellunum.

Lærari í Fuglafirði 1897-1900 
Súsanna Katrina av Skarði (1876-1978). Fødd í Tórshavn, tók læraraprógv í 1896. 
Hon var lærarinna í Leirvík, Fuglafirði og á Hellunum.

Lærari í Fuglafirði 1899-1910 
Kristianna Johannesen (1875-1922). 
Fødd í Lamba, tók læraraprógv í 1899.
Hon var lærarinna í Leirvík, Fuglafirði og á Hellunum.

Lærari í Fuglafirði 1906 
Jens Martin Mohr (1886-1918). 
Føddu á Sandi, tók læraraprógv í 1905 á Jelling Seminarium

Lærari í Fuglafirði 1910-1950 
Karl Kristiansen (1885-1973). 
Føddur í Fuglafirði, tók læraraaprógv í 1908.
Hann var lærari í Fuglafirði og á Hellunum.

Lærari í Fuglafirði 1917-1918 
Magnine Debes  (1896-1983). 
Fødd í Kollafirði, tók læraraprógv í 1917.
Hon var lærari í Fuglafirði og á Hellunum

Lærari í Fuglafirði 1918-1923 
Anna Elisabeth Olsen (1898-1967) 
Føddí Klaksvík, tók læraraprógv í 1917.
Hon var lærari í Fuglafirði og á Hellunum

Lærari í Fuglafirði 1923-1963 
Eliesar Reynberg (1896-1981). 
Føddur í Funningi, tók læraraprógv í, tók læraraprógv í 1917

Lærari í Fuglafirði 1926-1944 
Súsanna Laksá (1905-1987). 
Fødd í Haldórsvík, tók læraraprógv í 1926
Hon var lærarinna í Fuglafirði og á Hellunum.

 

Frá 1872 til 1910 røkti lærarin skúlarnar í Leirvík, Fuglafirði og á Hellunum.


Til 1965 hevði lærari í Fuglafirði hálva tíð á Hellunum. Tá fóru næmingarnir á Hellunum at ganga í skúla í Oyndarfirði.

 



 
ù  Leinkjusavn
»Fuglar
»Min fremtid
»Mingoville
»Skúlabókasavnið
»Skulin
»Snar
»Vaks i Jobland
»Vel bólkar

ù  Undirvísingarportalir
»Emu
»Fagenes Infoguide
»SkoDa
»Uni-C
»Uppgávuhjálp

Valid CSS!

Copyright 2004-2005 © www.ffs.fo - Fuglafjarðar skúli. - Øll rættindir tilskilað
this website is realized with store portal v.3.00 - licensed to www.ffs.fo