www.ffs.fo
Føroya
  MENU
»Heim
»Orðatak í dag
»Merkisdagar
»Postskipanin
»Slóðir


  Skúlin
»Lesiætlan
»Skúladagurin
»Skúlasøgan
»Skúlavegleiðarin
»Starvsfólk
»Um skúlan


  Kunning
»Bókasavnið
»Fimleikarhøllin
»Foreldradagur
»Foreldrafundir
»Frídagar
»Innskriving 1. flokk
»Royndir
»Starvsvenjing
»Svimjihylurin


  Ráð og nevndir
»Foreldraumboðini
»Næmingaráðið
»Skúlastýrið


 Logga á
   
    
   Skráset
   Gloymt loyniorðið?

Lesiætlan


Formæli

Í mong ár hevur tað kenst sum ein stórur saknur í skúlanum, at vit ikki hava havt eina undirvísingarleiðbeining, sum við støði í galdandi løgtingslóg um fólkaskúlan lýsir uppgávur og innihald fólkaskúlans í einum samfelagsligum og núligum høpi.

Harafturat hevur eisini verið stórur tørvur á leiðbeinandi lesiætlanum til tær einstøku lærugreinirnar í fólkaskúlanum, bæði tá talan er um nýgerð og dagføringar.

Tað var tí eitt ógvuliga stórt framstig, tá ið Landsskúlafyrisitingin í 1990 gav út “Undirvísingarleiðbeining – Almennur partur” og í 1993 “Leiðbeinandi lesiætlan – Yrkisligur partur”

.Leiðsla og umleið helmingurin av lærarum skúlans átóku sær eftir áheitan frá skúlanevndini at gera uppskot til eina ítøkiliga undirvísingarætlan fyri Fuglafjarðar skúla. Meginparturin av arbeiðinum varð gjørt í skúlaárunum 1994/95 og 1995/96.

Saman við lærarunum og leiðsluni viðgjørdi skúlanevndin so uppskotið og gjørdi smærri broytingar, áðrenn hetta var sent Landsskúlafyrisitingini til staðfestingar.

Í januar 1997 hevur Landsskúlafyrisitingin staðfest viðløgdu undirvísingarætlan fyri Fuglafjarðar skúla.

Tað er eyðsæð, at ein fólkaskúlalóg er bert at meta sum ein karmur, og tí ræður um – ikki minst í eini broytingartíð sum okkara, at vit fáa gjølla lýst, hvat ið er endamál skúlans, og hvørjar høvuðsuppgávur hann hevur at røkja. Vón okkara er, at undirvísingarætlanin fyri Fuglafjarðar skúla fer at verða til stóra hjálp hjá øllum teimum, sum varða av skúlanum, og fer at leggja grundarstøðið undir tí framtíðarstarvi, sum vit eru farin undir, tá ið talan er um at hjálpa næmingunum at fata tær einstøku lærugreinirnar og tey einstøku lærugreinaevnini í einum heildarhøpi.

Øllum teimum, sum hava verið við til at gera sítt besta til tess at skúlin kundi fáa hesa ítøkiligu undirvísingarætlanina, veita vit eina hjartans tøkk. Ein serlig tøkk til lærarar skúlans og til Thorben Johannesen, fyrrv. ráðgeva á Landsskúlafyrisitingini.

Við hesum fáu orðum verður undirvísingarætlanin latin øllum teimum, sum varða av Fuglafjarðar skúla.



Fuglafjørður, á jóansøku 1998

Terji á Lakjuni, skúlanevndarformaður 
Súni í Hjøllum, skúlastjóri


 
 Lærugreinir
»Alisfrøði
»Arbeiðskunnleiki
»Danskt
»Enskt
»Ferðslulæra
»Føroyskt
»Frem. átrúnaðir
»Fyrstahjálp
»Handarbeiði
»Handverk og list
»Heilsulæra
»Heimkunnleiki
»Heimstaðarlæra
»Ítróttur/fyrstahjálp
»Kristnikunnleiki
»Kvaði/Føroyskur dansur
»Landalæra
»Landbúnaður
»Latín
»Lívfrøði
»Maskinskriving
»Motorlæra
»Náttúra og tøkni
»Nøring
»Roknskaparførsla
»Samtíð
»Sangur og tónleikur
»Serundirvísing
»Sjóvinna
»Smíð
»Søga
»Støddfrøði
»Tekstviðgerð
»Tilevning
»Týskt / fremmant mál

 Annað
»Dagsskrá
»Eftirmeting
»Endamál Fólkaskúlans
»Flokksskipanin
»Kravd undirvísingarevni
»Næmingaráð
»Ped. menningararbeiði
»Reglur
»Røklaskipan
»Royndir 2
»Samstarv Heim - skúli
»Samstarv lærarana
»Samstarv PPR
»Samstarv við Skúlanevnd og Býráð
»Skúlalæknin
»Skúlasamstarv o.a.
»Tímabítisætlan
»Tímatal og lærugreinir
»Undirvísingarhættir
»Upplýsing um njótingar- og rúsevni
»Upplýsing um umhvørvisnevnd
»Útbúgvingar og vinnulívskunning
»Útferðir o. a.

ù  Leinkjusavn
»Fuglar
»Min fremtid
»Mingoville
»Skúlabókasavnið
»Skulin
»Snar
»Vaks i Jobland
»Vel bólkar

ù  Undirvísingarportalir
»Emu
»Fagenes Infoguide
»SkoDa
»Uni-C
»Uppgávuhjálp

Valid CSS!

Copyright 2004-2005 © www.ffs.fo - Fuglafjarðar skúli. - Øll rættindir tilskilað
this website is realized with store portal v.3.00 - licensed to www.ffs.fo